Facebook hevur trupulleikar í morgun

Fleiri brúkarar uppliva í morgun trupulleikar við Facebook.

Sambært norska miðlinum VG eru nógv, sum ikki sleppa inn á Facebook á teldu. Roynir tú at fara inn á facebook.com, koma eini boð um, at kontoin fyribils ikki er tøk.

 

Norska tænastan Downdetector, sum skrásetir trupulleikar við nettænastum, hevur fingið nógvar fráboðanir frá brúkarum um feil á Facebook.

 

VG skrivar, at Facebook kortini tykist at rigga á fartelefonum hjá fleiri brúkarum, meðan trupulleikarnir serliga raka tey, sum brúka tænastuna á teldu.

 

Higartil hevur eigarin Meta ikki alment sagt, hvat er orsøkin til trupulleikarnar ella nær teir verða loystir.

 

##med2##