Í HM-finaluni í kvøld vann Spania 1-0 á verandi heimsmeistaranum, Argentina, eftir longda leiktíð.
Sigursmálið skoraði áleyparin Ferran Torres úr FC Barcelona, tá minni enn ein minuttur var farin av seinna hálvleiki í longdu leiktíðini. Hann var fyrstur á einum bólti frá Nico Williams og smekkaði hann í netið.
Argentina hevði sera trupult við at skapa nakað fram eftir vøllinum. Liðið hevði ikki eina einastu roynd móti málinum í vanligu leiktíðini, og Lionel Messi hevði lítið pláss at gera um seg.
Við sigrinum vann Spania sítt annað heimsmeistaraheiti. Fyrsta HM-gullið vann landið í Suðurafrika í 2010.
Finalan varð spæld á MetLife Stadium í New Jersey, har meira enn 80.000 áskoðarar vóru til staðar. Millum teirra var eisini amerikanski forsetin, Donald Trump.
Lesið eisini: Myndir: Spania er heimsmeistari í fótbólti
Áðrenn dysturin byrjaði, var stórt undirhald við fleiri altjóða stjørnum. Millum annað vóru Tom Cruise, Madonna, Justin Bieber, Shakira, Chris Martin úr Coldplay og suðurkoreanska poppbólkurin BTS partur av sýningini.
Á vøllinum var nógv tosað um uppgerðina millum 19 ára gamla Lamine Yamal og 39 ára gamla Lionel Messi. Teir høvdu báðir møguleikar tíðliga í dystinum, men síðani varð finalan merkt av nógvum steðgum og fáum málmøguleikum.
Spania hevði tó yvirtakið størsta partin av dystinum og fekk lønina í longdu leiktíðini.
Spania-Argentina 1-0 (0-0)
1-0 Ferran Torres ('106 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-finaluni.











