Taórshavnar kommuna skrivar, at Elsa Berg tók ímóti sendiharranum, sum vísti stóran áhuga fyri Føroyum og fyri Tórshavnar kommunu.
Fundurin snúði seg í stóran mun um filipsoyingar í Føroyum, sum sendiharrin við toymi hevur verið í samband við á vitjan síni í Føroyum.
Eisini skiftu tey orð um ferðavinnu, umhvørvi, mál og mentan, og hvat samband annars er millum Føroyar og Filipsoyggjar.
Pablito Mendoza fer saman við toymi sinum aftur til Keypmannahavnar í dag.











