Írland: Herða regl­ur­ fyri el-renni­hjól – ó­lóg­lig í Føroyum

Irland herðir nú reglurnar fyri el-rennihjól eftir eina álvarsama øking í talinum á børnum og ungum, sum hava fingið álvarsligar heilaskaðar í ferðsluvanlukkum.

Sambært írsku heilsuskipanini Children's Health Ireland eru innleggingarnar av vanlukkum við el-rennihjólum øktar við 50 prosentum seinasta árið. Í summar koma í miðal eitt til tvey børn um dagin á skaðastovuna við skaðum eftir vanlukkur á slíkum rennihjólum.

Tí hevur írska stjórnin avgjørt at herða reglurnar.

Frá august verður aldursmarkið hækkað úr 16 upp í 18 ár. Samstundis verður kravt, at øll, sum koyra á el-rennihjóli, skulu bera hjálm og endurskinsvest.

Seinni í ár ætlar stjórnin eisini at javnseta el-rennihjól við onnur motorrikin akfør. Tað fer at merkja krav um koyrikort og skráseting, umframt forboð móti at selja el-rennihjól til ung.

Írski forsætisráðharrin, Micheál Martin, hevur sagt, at hann eisini umhugsar eitt beinleiðis forboð móti el-rennihjólum.

Hann fær stuðul frá leiðaranum fyri írsku løgregluna.

Ein yvirlækni á einum av størstu barnasjúkrahúsunum í Dublin sigur, at um talið á álvarsligum skaðum ikki minkar komandi mánaðirnar, eigur stjórnin at umhugsa eitt beinleiðis forboð.

 

Longu ólóglig í Føroyum

Í Føroyum eru el-rennihjól, sum koyra við motori, ikki loyvd á almennum vegum.

Sambært føroysku ferðslulógini eru slík akfør ikki góðkend til ferðslu, tí tey eru hvørki skrásett, tryggjað ella fevnd av galdandi reglum fyri akfør.

Tí kunnu tey bara nýtast á privatum øki við loyvi frá eigaranum.

Føroyska løgreglan hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at el-rennihjól ikki eru lóglig í ferðsluni, og at fólk, sum koyra á teimum á almennum vegi, kunnu verða steðgað.

Í Danmark eru el-rennihjól hinvegin loyvd undir ávísum treytum. Har skal førarin vera minst 15 ára gamal, bera hjálm og fylgja somu ferðslureglum sum súkklur.

Írsku myndugleikarnir vóna, at herdu reglurnar fara at minka talið á álvarsligum vanlukkum. Samstundis verður ikki útihýst, at landið seinni velur at banna el-rennihjólum heilt.