Løgtingið steðgar grønari umlegging

– Tey hava lagt alt ov høg avgjøld á elbilar. At fara frá ongum til so høg avgjøld upp á stutta tíð fær fólk at velja aðrar bilar enn elbilar. Eftir 2027 eru allir fyrimunir við at keypa elbil burtur, tí tá verður bæði fult mvg og fult skrásetingargjald lagt á elbilar

Grein úr Sosialinum 26. juni

 

(Í sambandi við viðmerking frá Steffan Klein Poulsen um hesa grein um elbilar í Sosialinum, endurgeva vit greinina her)

 

Formaðurin í Bilasølufelagnum, Ásfinn Sigvardsen, er ikki í iva. Hann heldur, at politikararnir hava sjálvir ábyrgdina av, at sølan av elbilum er minkað, og at tað ikki kemur meira inn í avgjøldum av elbilum.

 

– Tað eru løgd ov høg avgjøld á bilarnar soleiðis, at avgjøldini eru farin úr ongum til øgiliga høg avgjøld upp á stutta tíð. Tað er tann áheitanin, sum vit hava til politikararnar, at teir mugu endurumhugsa avgjaldspolitikkin fyri elbilar.

 

– Hevur hetta havt røttu effektina, spyr Ásfinnur Sigvardsen, sum umframt at vera formaður í Bilasølufelagnum eisini er stjóri á Bilsøluni í Hoyvík.

 

– Politikararnir hava lagt so høg avgjøld á, at tey dýraru merkini als ikki hava verið keypandi, sigur Ásfinn Sigvardsen.

 

– Vit eru farin frá ongum til at leggja ov høg avgjøld á bilarnar. Hetta eigur at verða umhugsað av nýggjum, tí tað hevur ikki havt ta ætlaðu ávirkanina, hvørki á inntøkurnar hjá landskassanum ella á grøna orkuskiftið.

 

– Vit hava sagt tað í 2024 og í 2025, at avgjøldini eru ov høg. Og tey vuksu ov nógv beinanvegin. Og tað, at eingin botnfrádráttur er, ger, at prísurin verður nógv hægri enn hann er í grannalondum. So í stuttum er tað so, at man hevur handlað ov skjótt við ov høgum av­ gjøldum.

 

Sambært formanninum í Bilasølufelagnum hevur tað við sær, at elbilurin verður nógv dýrari enn aðrastaðni.

 

– Hetta forðar fyri, at sølan veksur. Hon veksur alla aðrastaðni enn í Føroyum. Her veksur hon ikki við nær námind somu ferð sum aðrastaðni, sigur hann.

 

Ásfinn Sigvardsen sigur, at vit skulu bara minnast til, at øll bilmerki senda alsamt fleiri og fleiri elbilar á marknaðin. Vit í Føroyum eru ikki við har og hava ikki somu ferð. Orsøkin er ein og aleina avgjaldspolitikkurin, sigur Ásfinnur Sigvardsen.

 

Hann sigur, at hetta heldur ikki er betri fyri landskassan.

 

– Eg eri sannførdur um, at lægri avgjøld høvdu økt søluna og givið tað sama í landskassan ella meira. So hetta loysir seg heldur ikki búskaparliga, sigur hann.

 

Hvat ger so Bilasølufelagið við tað? Hava tit nakra vón um, at politikarar aftur fara at velja búskaparlig amboð at stimbra søluna av elbilum?

 

– Vit hava víst á tað, og ja, sjálvandi hava vit eina vón. Tað hava verið so nógvar avgjaldsbroytingar, ikki bara á elbilum, men mest á elbilum, sum allar hava verið avgjaldshækkandi. Tað hevur víst seg aftur í afturgongd

 

og stagneraðari sølu. Tað hevur nú eisini víst seg við, at vit eru aftan fyri tað, sum vit væntaðu.

 

– Vit hava fingið lægri inntøkur enn væntað. Tað hava vit víst á, og vit vóna sjálvandi, at tað kann broytast, og at lægri avgjøld so aftur kunnu føra til meira

 

sølu, sigur Ásfinnur Sigvardsen.

 

– Og harvið kemur eisini meira í landskassan, sigur hann.

 

– Og tað gongur sjálvandi eisini út yvir grøna orkuskiftið, og vit fylgja ikki grannalondum okkara, sigur hann.

 

Greinar um málið úr Sosialinum sæst niðanfyri:

 

##med2##

 

##med3##