Tað fall onkrum argentinskum leikari fyri bróstið, at Spania vann HM-finaluna 1-0 og fór við steypinum.
Leandro Paredes hjá Argentina, ið spældi rættiliga hart undir finaluni var sera óður.
Aftaná dystin tók hann kvalaratak um hálsin hjá Eric Garcia, hann fýrdi Gavi, og hann sparkaði eisini ein annan leikara hjá Spania.
Fyri hendan øra og óítróttarliga atburðin fekk Leandro Paredes reyða kortið aftaná dysturin var liðugur.











