Fótbóltslegendan Kevin Keegan deyður 75 ára gamal

Ein av størstu ensku fótbóltslegendunum, Kevin Keegan, er deyður, 75 ára gamal.

Eftir yrkisleiðina sum spælari gjørdist Kevin Keegan venjari. Her stendur hann á odda fyri Newcastle í 2008, sum varð hansara seinasta starv í toppfótbólti. Mynd: Craig Brough/Ritzau Scanpix.

Tað skrivar bretski miðilin Sky News.

 

Fyrrverandi enski landsliðsliðskiparin og landsliðsvenjarin hevði í longri tíð stríðst við krabbamein. Fyrr í ár upplýsti hann alment, at sjúkan var komin á fjórða stig, har hon hevði breitt seg til aðrar partar av kroppinum.

 

– Tað er við stórari sorg, at vit kunnu boða frá, at Kevin Keegan er farin, 75 ára gamal, sigur familjan í eini fráboðan.

 

Keegan verður roknaður sum ein av bestu ensku fótbóltsspælarunum nakrantíð. Hann vann heiðurslønina Ballon d'Or sum besti spælari í Evropa bæði í 1978 og 1979 og er framvegis einasti enskmaður, sum hevur vunnið hana tvær ferðir.

 

Hann sló ígjøgnum í Liverpool, har hann skoraði 100 mál í 323 dystum og vann enska meistaraheitið tríggjar ferðir umframt Europacup, FA Cup og Liga Cup.

 

Seinni spældi hann fyri Hamburger SV í Týsklandi, Southampton og Newcastle, har hann hjálpti felagnum upp í bestu ensku deildina.

 

##med2##

 

Á enska landsliðnum spældi Keegan 63 dystir og skoraði 21 mál. Hann var liðskipari undir EM-endaspælinum í 1980.

 

Eftir yrkisleiðina sum spælari gjørdist hann venjari. Hann stóð á odda fyri Newcastle í tveimum umførum, Manchester City og enska landsliðnum, sum hann leiddi til EM í 2000.

 

Kevin Keegan vaks upp sum sonur hjá einum kolanámuarbeiðara. Hann fekk ikki møguleikan í Doncaster ella Coventry sum ungur, men byrjaði yrkisleiðina í Scunthorpe, áðrenn Bill Shankly keypti hann til Liverpool í 1971.

 

Eftir yrkisleiðina sum spælari gjørdist Kevin Keegan venjari. Her stendur hann á odda fyri Newcastle í 2008, sum varð hansara seinasta starv í toppfótbólti. Mynd: Craig Brough/Ritzau Scanpix.

Kevin Keegan hevði sína stóru spælaratíð í Liverpool og Hamburger SV. Hann vann Ballon d'Or tvær ferðir og verður roknaður sum ein av størstu ensku fótbóltslegendunum. Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix.