Champions League: Veddingarfyritøkurnar hella til ein KÍ-sigur

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Kauno Zalgiris

Í kvøld klokkan 19.45 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

Dysturin á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður móti litavisku meistarunum, Kauno Zalgiris. Samlaði vinnarin møtir samlaða vinnaranum av uppgerðini millum Thun úr Sveis og Dinamo Zagreb í Kroatia. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru rættiliga jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar til ein KÍ-sigur.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 2,20 og 2,28.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,00 og 3,30. 

 

Oddsini upp á útisigur til Kauno liggja millum 3,00 og 3,21. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##