Argentina hevur fleiri taptar enn vunnar HM-finalur

Argentina hevur oftari tapt HM-finalur enn hini stóru londini

Argentina mátti taka til takkar við HM-silvuri fyri fjórðu ferð í søguni. Mynd: Ritzau Scanpix

Aftaná 0-1 HM-finalutapið fyri Spania á MetLife leikvøllinum í East Rutherford mugu argentinar staðfesta, at teir hava fleiri HM-finalutap enn HM-finalusigrar.

 

Argentina, ið ongantíð hevur tapt eina HM-hálvfinalu vann HM-gull í 1978, 1986 og í 2022. Fýra ferðir hava teir vunnið HM-silvur. Í 1930, 1990, 2014 og í 2026.

 

Brasil sum hevur vunnið HM-gull á fimm sinnum hevur tapt tvær HM-finalur. Italia hevur vunnið HM-gull á fýra sinnum, og hevur tapt tvær HM-finalur. Týskland, ið eisini hevur vunnið HM-gull fýra ferðir hevur tapt fýra HM-finalur.

 

Spania hevur vunnið báðar HM-finalurnar teir hava verið í, og tað hevur Uruguay eisini megnað. Ongland hevur bert verið í einari HM-finalu, og hana vunnu teir á heimavølli í 1966.

 

Niðurlond hava tapt tríggjar av trimum HM-finalum. Ungarn og Kekkoslovakia taptu báðar HM-finalurnar teir hava verið í. Kroatia og Svøríki hava tapt eina HM-finalu hvør. Kekkoslovakia fór sundur í 1993, og síðani tá hava Kekkia og Slovakia kappast hvør sær. 

 

Argentina mátti taka til takkar við HM-silvuri fyri fjórðu ferð í søguni. Mynd: Ritzau Scanpix