HM: Mbappé er HM-toppskjútti - og søguligur toppskjútti

Her eru 10 teir fremstu málskjúttarnir í HM-endaspælinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Lionel Messi megnaði ikki at skjóta nakað mál í HM-finaluni, og tí er staðfest, at Kylian Mbappé við 10 málum er HM-toppskjútti.

 

Kylian Mbappé er eisini tann fyrsti síðani vesturtýsku álopslegenduna, Gerd Müller (1945-2021), ið skorar 10 mál í einum HM-endaspæli. Gerd Müller skoraði 10 mál fyri Vesturtýskland í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970. Landsmaðurin hjá Kylian Mbappé, Just Fontaine (1933-2023) er tó framvegis tann einasti í søguni, ið hevur skotið 13 mál í einum HM-endaspæli. Tað bragdið framdi hann í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958.

 

HM 2026 toppskjúttar:

 

LeikariLand:Mál:
Kylian MbappéFrakland10
Lionel MessiArgentina8
Jude BellinghamOngland7
Erling HaalandNoreg7
Ousmane DembeleFrakland6
Harry KaneOngland6
Mikel OyarzabalSpania5
Ismaila SarrSenegal4
Julin QuinonesMeksiko4
Vinicius JuniorBrasil4

 

Kylian Mbappé er við 22 málum eisini staðfestur søguligur HM-toppskjútti. Lionel Messi endaði á 21 málum.

 

HER er søguligi HM-toppskjúttaralistin:

 

##med2## 

 

Mynd: Ritzau Scanpix