Tveir ferðaleiðarar eru tiknir fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum. Talan er um fólk, sum eru úr londum uttan fyri Evropa, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Talan er um tvey ymisk mál, har tað hjá øðrum teirra er avgreitt við, at hann hevur fingið eina bót og er útvístur úr Føroyum í tvey ár. Hann er farin av landinum.
Hitt málið bíðar eftir avgerð.
Fyri at vera ferðaleiðari í Føroyum, so skalt tú hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og tað høvdu hesir ferðaleiðararnir ikki, og tí er talan um ólógligt arbeiði.
Løgreglan hevur eisini verið til staðar á G!Festivalinum í nátt, men har hevur einki mál verið. Vaktleiðarin sigur, at har vóru nógv fólk, men tey skikkaðu sær rímuliga væl. Løgreglan hevur hjálp onkrum fullum fólkum á føtur, sum ikki megnaðu tað sjálvi.











