Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, tað fari eg, og sum so nógv onnur ár fari eg í arbeiðsklæðini á ólavsøku.
Tað sigur Michael Antony Charles Johannesen.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Eg vil helst vera heima ella arbeiða.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- At vera saman við vinfólkum og familju.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Eg sakni eitt feitt tónleikatiltak við elektroniskum tónleiki.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Eg minnist serstakliga ólavsøkuna í 2014, har eg fekk eitt óttaherðindi niðri á Vágsbotni, sum enn ávirkar meg, tá ólavsøkan nærkast.
Og Michael Antony Charles Johannesen leggur aftrat:
- Men áðrenn tað vóru tað nógvar stuttligar ólavsøkur saman við vinmonnunum úr Skopun, tá man var tannáringur.











