Áki D. Samuelsen bleiv í kvøld søguligur málskjútti, tá Mjällby á Strandvallen í Hällevik við 3-0 heimasigri á Lincoln Red Imps í øðrum undanumfarinum í Champions League fekk eitt gott útgangsstøðið til returdystin, ið byrjar komandi týsdag klokkan 17.
Áki syrgdi fyri fyrsta og øðrum málunum, ið eru fyrstu málini hjá Mjällby í evropeiskum dysti.
Áki skoraði fyrra málið í 18. minutti við einum góðum og væl plasseraðum skoti úr 14-15 metrum. Seks minuttir seinni spældi Jesper Gustavsson Áka leysan, ið einsamallur við málverjanum ikki sveik álitið.
Tíverri brendi Áki í 66. minutti eitt brotsspark, ið kundi havt tryggjað Mjällby eina 4-0 leiðslu, og Áka eitt hattrick.
HER ber til frá Aftonbladet at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Lincoln Red Imps 3-0 (3-0):
##med2##











