Ólavsøkuvónin hjá KÍ er framvegis á lívi

Hóast seks av teimum bestu spælarunum ikki vóru við, so var leikliga avrikið í kvøld soleiðis, at greipuvinnararnir hava orsøk at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku

Um eina viku verður tað í Litava avgjørt, um tað verður KÍ, ella tað verður Kauno Žalgiris, sum fer at halda fram í Champions League, og sum samstundis tryggjar sær rætt at spæla í europeiskum bólkaspæli seinni í ár.

 

Undan ólavsøkudystinum í Litava er tað púra opið. Í dýrdarveðri var fyrri dysturin í kvøld á Eiðinum í Klaksvík, har úrslitið var málleysur javnleikur.

 

Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. Gestirnir høvdu bara ein møguleika – smáar fimm minuttir undan leikloki – sum teir kunnu hyggja aftur á og iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at umseta til mál. KÍ hevði tríggjar møguleikar í seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið hevði væl betri tak á spælinum. sum kundu havt borið mál við sær.

 

-Vit eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at skora og harvið at hava kærkomið mál við okkum, tá ið vit fara at spæla á útivølli, og eg rokni við, at vit fara at iðra okkum um, tá ið vit fara at hyggja aftur eftir dystinum, at vit ikki megnaðu at spæla betri, enn vit gjørdu, hóast tað var væl betri eftir steðgin, enn tað var í fyrra hálvleiki, tí tað var pláss at spæla, sigur Gilli Rólantsson Sørensen, sum var partur av stinnu miðverjuni, har Deni Pavlovic og Gaston Nicolas Tellechea eisini vóru.

 

Tað var tungt hjá KÍ, at fimm av landsliðsspælarunum ikki vóru tøkir, og at Árni Frederiksberg noyddist skaddur av vøllinum. Hugaligt var tað, at nýggju menninir tóku av. Gilli Rólantsson Sørensen er alt meiri eyðsýndur miðverji, Hallur Hansson er av álvara við at spæla seg í góða venjingarstøðu á miðvøllinum, og ikki minst var tað hugaligt, at nýggi KÍ spælarin Mansour Sinyan vísti seg at vera styrkur, tá ið hann 20 minuttir undan leikloki varð skiftur inn.

 

Europa søgan hjá KÍ sigur, at tað meiri enn einaferð er komið fyri, at tað á útivølli er eydnast at vinna seg víðari eftir javnleik á heimavølli, og avrikið í kvøld ber onga orsøk í sær ikki at rokna við, at tað á ólavsøku aftur fer at bera til enn einaferð hjá KÍ at vinna seg í europeiskt bólkaspæl.