Tað er so nógv vakurt tengt at ólavsøkuni

- Fólk velja at steðga á, og vit uppliva tveir dagar í festligum felagsskapi í serligum hugalagi, sigur Nita Næs

Fert tú á ólavsøku í ár?

 

- Í ár eru maðurin og eg stødd í Danmark. Vit fara tí ikki at halda ólavsøkuna júst so, sum vit plaga. Tjóðarhátíðin verður tó hildin, har vit eru, tó ikki eins hátíðarligt sum í vakra høvuðsstaði okkara.

 

Soleiðis sigur Nita Næs.

 

Hon vísir á, at fyrstu ferð, hon var á ólavsøku, var hon 13 ára gomul, og hon vísir á, at er hon í Føroyum um ólavsøkutíð - ja, so fer hon eisini á ólavsøku.

 

- At sigla norður við Smyrl, sum er flaggskrýddur og fullsettur við festkløddum ólavsøkugestum, er sera hugnaligt. Vit hava nógva familju í Havn, og vit hava altíð verið á ólavsøku við okkara børnum. Vit gista hjá nærmastu familju, og blíðskapurin er stórur.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?

 

- Tað er so nógv gott og vakurt tengt at ólavsøkuni, serliga tað, at so nógv fólk velja at steðga á hesar dagar. Vit uppliva tveir dagar í festligum felagsskapi í serligum hugalagi.

 

Hon vísir á, at ólavsøkuaftan eru tey við til setanina, ganga niðan í Listaskálan, so inn á gólvið hjá kærum vinum á Reyni, síðan á Háskúlan til fólkafund, har altíð ein áhugaverd røða verður framborin.

 

Væl verður fylgt við í Útvarpinum, hvør vinnur í tjóðarítrótti okkara.

 

- Vit enda dagin hjá bróður og svigarinnu, har vit koma til væl dekkað borð og felagssang.

 

Nita Næs sigur, at ólavsøkumorgun verður farið til gudstænastu í dómkirkjuni, og hetta er ein vøkur løta. Síðan verður farið at lurta eftir kórsangi og løgmansrøðuni.

 

- At koma úr Havnar kirkju og síggja fjøldina á Vaglinum og kring løgtingið er hvørt ár nakað heilt serligt. Hetta er ein løta, har tú veruliga merkir felagsanda og tjóðarkenslu á ein heilt serligan og hátíðarligan hátt.

 

Hon heldur tað vera so sera vakurt, at tingið verður sett á henda hátt, har øll so ella so byrja í kirkjuni og leggja alt í Guds hendur. 

 

- Annars ganga vit nógv úti hendan dagin, práta við fólk, fara til framsýningar og inn á gólvið hjá vinum og kenningum. Um kvøldið verður farið til midnáttarsang og í føroyskan dans. 

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Ólavsøkan, har maðurin spældi urgu til ólavsøkugudstænastuna, var serlig. Somuleiðis, tá hann prædikaði á ólavsøku. 

 

Nita Næs heldur, at tað er ein deilig kensla at ganga og leiða fittar barnahendur á ólavsøku, og børnini hjá teimum hava altíð glett seg at fara norður á ólavsøku.

 

- Tað eru nógv góð minnir frá ólavsøkuferðum við glaðum børnum, sum nú eru vaksin, men sum enn elska okkara tjóðarhátíð.

 

##med2##

 

Hon sigur, at tey, sum árini eru liðin, hava fingið eina siðvenju, har tey taka eina felagsmynd undir trænum við Háskúlan.

 

- Okkurt árið eru vit fá og onnur ár fleiri. Við ynskjum um eina góða ólavsøku, eru seinastu orðini hjá Nitu Næs í hesum umfari.