Yngri sonurin verður tyrluskipari á ólavsøku

- So, í ár verður tað helst ein túrur til Roskilde at halda ólavsøkuna saman við honum, sigur Óluva Klettskarð, ið annars hevur verið á ólavsøku so langt, hon kann minnast

Fert tú á ólavsøku í ár? 

 

- Ja, eg ætli mær á ólavsøku, men tað er ikki vist, at tað verður av nøkrum í ár. Tað kann vera, at eg avlýsi í síðstu løtu.

 

Tað sigur Óluva Klettskarð.

 

Hon vísir á, at yngri sonurin verður liðugur sum tyrluskipari, og síðsta flúgvingin hjá honum verður um ólavsøkutíð.

 

- So, eg fari helst ein túr til Roskilde at halda ólavsøkuna saman við honum.

 

Plagar tú at vera á ólavsøku? 

 

- So langt, eg minnist, havi eg verið á ólavsøku, og tær hava allar verið góðar á sín hátt.

 

Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Tjóðarhátíðin er nakað serligt. Tað hátíðarliga við skrúðgongu og kirkjugongd minnir meg á, at í gamlari tíð stríddust profant og sakralt um vald, men tíbetur er samanrenningin týðilig, tá verðsligt vald og kirkjan ganga lið um lið ímillum kirkju og ting. Eg haldi tað vera stórt at uppliva.

 

Og Óluva Klettskarð leggur aftrat:

 

- Løturnar á Doktaragrund, á Føroya fólkaháskúla, allar listaframsýningarnar og opin hús - ja, tað er bæði so stuttligt og hugnaligt. Tjóðarítróttin er jú nakað serligt, og hæddarpunktið er á ólavsøku. Her savnast vit um hetta serliga fyribrigdið - bæði ung og gomul til dyst við sjóvarmálan.

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

 

- Nei, eg sakni einki. Fólk eru blíð, nógv er gjørt burturúr, so tað er bara at hugna sær og fáa góðar upplivingar. Tilboðini eru so mong, at tað er trupult at náa alt, sum hugurin stendur til, sigur hon.

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

 

- Sum yngri vóru nógvar stuttligar ólavsøkur. Nú eru tær vorðnar betri skipaðar. Men, at uppliva vinfólk, sum bjóða okkum til borðhald og innivist ferð eftir ferð, er einastandandi. Døgurðar, nátturðar og býtúrar - hetta eru løtur fram um aðrar hvørt ár, sigur Óluva Klettskarð.