Orsakað av øktu summarferðsluni millum Klaksvík og Kalsoynna, fer Ternan at røkja siglingina á leiðini frá hósdegnum 23. juli kl. 14:50.
Sam siglir á leiðini til og við túrarnar kl. 10:00 av Klaksvíkini og úr Syðradali kl. 10:20 hósdagin 23. juli. Síðani tekur Ternan yvir og verður fyribils á Kalsoyarleiðini til og við fríggjadagin seinnapart tann 14. august.
Eyka bussur á leið 506
Frá fríggjadegi 24. juli verður eisini eykabussur hjá Bygdaleiðum settur inn á leið 506, ið koyrir millum Syðradal og Trøllanes.
Áður fráboðaða broytingin í ferðaætlanini verður ikki sett í gildi.
Hetta merkir, at fráferðin úr Klaksvík ikki verður flutt frá kl. 14.50 til 15.00, og fráferðin av Syðradali ikki verður flutt frá kl. 15.10 til 15.20.
Túrarnir verða tí sigldir sambært galdandi ferðaætlan, skrivar ssl.fo.










