Herverk er orsøk til nýggjar LGBT strípur

Orsakað av herverki er ælabogavegurin í Steinatúni málaður av nýggjum í nátt.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í morgun. Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, so vórðu nýggjar LGBT strikur í ælaboðalitum málaðar í Steinatúni í nátt.

 

Tórshavnar kommuna skrivar í morgun, at vegurin varð málaður 19. juli.

 

– Men síðan er ymiskt slag av herverki gjørt á málingina, og tí varð ælabogin málaður umaftur.

 

Lesið eisini: Mála nýggjar LGBT strípur í Steinatúni

 

Tórshavnar kommuna fekk fyrr í ár fyrispurning frá LGBT+ Føroyum um loyvi at mála ein ælabogaveg í sambandi við Faroe Pride, og kommunan gjørdi av at geva loyvi at mála á vegin í Steinatúni.