Løgmaður: Hesi mál hava vit framt fyri næstu ólavsøku

Í samrøðu við Sosialin nevnir løgmaður nøkur mál, sum eru avgreidd, tá vit koma til næstu ólavsøku

Ólavsøkudag heldur Beinir Johannesen sína fyrstu ólavsøkurøðu sum løgmaður.

 

Í longri samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum, greiðir hann frá, hvørji lyfti samgongan ætlar at halda fram til næstu ólavsøku.

 

Og tá Sosialinum spyr hann, um hann kann nevna nøkur mál, sum eru loyst tá vit koma til næstu ólavsøku, nevnir hann hesi:

 

✓ Mvg-afturbering til nýggjar bústaðir

 

✓ Barnakekkur upp á 20.000 krónur

 

✓ Hægri barsilsútgjald

 

✓ Eingin ognarskattur

 

✓ Skiftandi elprísir

 

✓ Nýskipanir í almenna geiranum

 

✓ Strammari útlendingapolitikkur

 

✓ Fíggjarlógaruppskot við avlopi