Mála nýggjar LGBT strípur í Steinatúni

MYNDIR: Nógva umrøðan av LGBT strípunum í Stinatúni hevur kanska fingið fólk at gera seg inn á strípurnar við svartari máling. Í nátt verða nýggjar strípur málaðar á vegin

Í nátt verða nýggjar LGBT-strípur málaðar í Steinatúni í Havn. Býráðið hevur sett fólk á uppgávuna, og orsøkin er bæði herverk og slit.

 

Hesar strípurnar hava fingið nógva umrøðu, og serliga Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, hevur funnist at Elsu Berg, borgarstjóra, fyri at hava givið loyvi til at mála strípurnar á vegin uttan at leggja málið fyri býráðið.

 

Nýggju strípurnar, sum verða málaðar í Steinatúni í nátt, hava neyvan heldur fingið viðgerð í býráðnum.

 

Orsøkin til at nýggjar strípur verða málaðar, er bæði, at fólk hava framt herverk á strípurnar við at mála svartar krossar á tær, og at nógva ferðslan í Steinatúni setur síni spor á málingina, sum ikki heldur so væl á asfaltinum.

 

Sum býarverkfrøðingurin Boði Haraldson segði við in.fo í kvøld, so er meiningin heldur ikki, at tær skulu halda so leingi. Tær slítast burtur aftur eftir fáum vikum.

 

Men tað er nóg mikið til, at nógv fólk øsa seg.

 

Borgarstjórin í Havn mælir tó ímóti hesi øsingini. Í einum uppslagi á Facebook skrivar hon, at nógv hava givið jaligar viðmerkingar, men at hon eisini hevur lagt merki til, at orðið »skomm« gongur aftur hjá teimum, sum eru ímóti tiltakinum.

 

Hon er týðiliga ósamd við fólk sum býráðslimin Birgir Nielsen, sum í lesarabrævinum undir heitinum »Grát, mín elskaði býur« fanst harðliga at borgarstjóranum og hinum býráðslimunum, sum vóru við til at mála strípurnar. Eftir hansara tykki eru tær ólógliga málaðar á vegin.

 

Borgarstjórin svaraði nógvu atfinningunum aftur í einum uppslagi á Facebook.

 

– »Skammið tykkum«, »hetta er skammiligt« og »vanærilig skomm« eru millum viðmerkingarnar, sum hon nevnir.

 

Sambært borgarstjóranum ynskja summi helst, at LGBT+-persónar skulu »goymast burtur« og fara »inn aftur í skápið«.

 

– Men vit skammast ikki. Øll hoyra jú til í Tórshavnar kommunu, skrivaði Elsa Berg.

 

Hon undirstrikaði, at ælabogin er ætlaður øllum LGBT+-persónum og ber boð um, at eingin er skeivur.

 

– Vit skulu øll hava møguleikan at úttrykkja okkum soleiðis, sum vit eru, og samfelagið má geva rúm fyri hesum, skrivaði hon.

 

Sambært borgarstjóranum er endamálið við ælaboganum at fagna ymiskleikanum, verja um rættindi, sum eru vunnin, og vísa, at Tórshavnar kommuna ynskir at vera ein rúmlig kommuna.

 

Hon endaði uppslagið við ynskinum um eitt gott og litríkt summar.

 

Tað er annars í morgin, mánadagin, klokkan 16, at skrúðgongan Faroe Pride verður. Byrjað verður í Gundadali við Tórsvøll.

 

Gingið verður síðani oman eftir Hoydalsvegnum og Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

 

Havnar Hornorkestur setur sín dám á upphitingina, har eisini verður ein dansiframførsla við Ludvíki Peturi Heðinssyni, koreografi, sum hevur dansararnar Katrin, Lizzie, Annu og Gunnrið afturat sær.

 

– Á Vaglinum verður ókeypis konsert við Silvurdronginum, Sakaris og Guðrið Hansdóttur. Okkara egna Siriously verður vertur og fer at leiða okkum gjøgnum tiltakið, og Ólavur Eysturdal, prestur, fer at halda røðu.

 

– Aftaná verða afterparty í Náttarklubbanum, á Blábar og á Hvonn.

 

– Latið okkum standa saman um rúmligar og fjølbroyttar Føroyar, skrivar LGBT+ Føroyar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##