Ólavsøkuheilsan frá Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð

Í hesum døgum ger býur okkara seg kláran at taka móti fólki frá nær og fjar, sum koma til høvuðsstaðin at hátíðarhalda okkara tjóðarhátíð. Og aftur í ár vilja Fólkaflokksumboðini í Tórshavnar Býráð ynskja øllum eina góða Ólavsøku.

Vit gleðast um, at Tórshavnar Kommuna er í áhaldandi vøkstri. Í Fólkaflokkinum ynskja vit, at familjur skulu føla tað lætt, og sum eina sjálvfylgju at velja Tórshavnar kommunu til sín framtíðar bústað.

 

Vit ásanna, at ein fyritreyt fyri hesum er, at Tórshavnar Kommuna má fáa nógv meiri ferð á at fáa økt um útboðið av bústøðum. Vit ynskja at virka fyri at byggja fjølbroytt, til ymsar aldursbókar og tørvir. Tað verið seg við grundstykkjum, lestraríbúðum, eldraíbúðum og íbúðum.

 

Nærum dagliga frætta vit tíanverri frá byggifyritøkum og borgarum, sum renna seg í eina alt ov langa og trupla málsviðgerð av byggimálum. Hetta skal gerast skjótari og einfaldari, og tað harmar okkum, at batar ikki eru at sígga hesum viðvíkjandi.

 

Tað, at vit sita í minniluta ger tíanverri, at vit ikki fáa allan okkara politikk framdan. Men heldur enn at vera ímóti øllum, hava vit í Fólkaflokkinum valt at vera konstruktivir í flestu málum, og at taka undir við uppskotum hjá meirilutanum, sum er í tráð við okkara virðir og hjartamál.

 

Kommunan hevur eina stóra uppgávu at skapa góðar kjarnutænastur til okkara borgarar heilt frá barnaárum til ellisár. Vit gleðast eitt nú um, at arbeiðið at gera ungdómstilboð og trivnaðarøkið við gamla Argja skúla er farið í gongd, umframt ætlanir at byggja nýggjan skúla í Hoyvík, og at stórt ellis- og røktarheim verður bygt á Stórubrekku í Hoyvík.

 

Vit ynskja, at enn meiri orka verður løgd í at betra um umstøðurnar til tey eldru, tey veiku og fólk við serligum tørvi. Tað er beinleiðis óvirðiligt og hugstoytt at hoyra dømir um, at vit sum kommuna ikki klára at lofta øllum okkara eldru og veiku.

 

Fíggjarætlanararbeiði fyri 2027 fer av álvara í gongd beint eftir Ólavsøku. Vit fara í hesum sambandi eisini at arbeiða fyri, at røkt av okkara kirkjugørðum kemur upp á eitt hægri og virðiligari støði. Somuleiðis má meiri peningur setast av til viðlíkahald av okkara vegum og gongubreytum.

 

Tórshavnar Kommuna er samansett av fleiri bygdum og oyggjum. Hatta síggja vit avgjørt sum eina stóra styrki fyri kommununa. Vit í Fólkaflokkunum ynskja at stuðla ynskjum og átøkum á hesum plássum. Úr rúgvuni kann nevnast at vit stuðla ætlanini um nýtt røktarheim í Kollafirði, ynskinum hjá nólsoyingum at fáa ítróttarhøll, ynskinum hjá Argjafólki at fáa røktarheim til Argir.

 

Við hesum fara vit at ynskja Tórshavnar Býráð, øllum borgarum, veljarum í Tórshavnar Kommunu og øllum føroyingum eina framúr góða Ólavsøku, og eitt framhaldandi gott summar.

 

Fólkaflokkurin bjóðar til opið hús í Fólkaflokshølinum í Jónas Broncks Gøtu 29 ólavsøkuaftan frá  kl 15-19.  Øll eru vælkomin.

 

 

 

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

 

 

 

Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

 

 

 

Birgir Nielsen, býráðslimur