Nú eru 20 hjún av sama kyni

Fyri níggju árum síðani varð hjúnabandslógin broytt soleiðis, at fólk av sama kyni kundu giftast

Síðani hjúnabandslógin varð broytt í 2017 eru fleiri fólk av sama kyni gift í Føroyum. Sambært Hagstovu Føroya eru nú 20 hjún av sama kyndi, sum búgva í Føroyum. Tað skrivar Hagstova Føroya.

Tað eru 6 hjúnabond millum menn og 14 hjúnabond millum kvinnur.

Seinnapartin í dag klokkan 16 verður Faroe Pride skrúðgongan, sum fer úr Gundadali oman á Vaglið.

##med2##