Í fyrsta dystinum hjá uppflytarunum, AC Horsens í donsku superliguni hetta kappingarárið eydnaðist tað Adrian R. Justinussen og liðfeløgunum at knógva eitt stig móti verandi bronsuvinnarunum, FC Nordsjælland.
Beint undan steðginum var Kristian Kirkegaard hjá Horsens feldur í brotsteiginum. Tað gjørdist talan um eina drúgva VAR-avgerð áðrenn tað endaði við brotssparki til heimaliðið. Adrian var sera tryggur og javnaði til 1-1. Talan er um fyrsta málið hjá Adriani í donsku superliguni.
Aftaná dystin fekk Adrian heiðurin at vera valdur til "Man of the Match".
HER ber til frá Facebook-vanganum hjá AC Horsens at síggja og hoyra eina samrøðu við Adrian, har hann greiðir frá, at hann var ikki fjálturstungin í samband við brotssparksstøðuna.










