Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, tað er so planurin, um heilsa og annað loyvir tí.
Tað sigur Óli G. Samuelsen.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Tá eg var unglingi, var tað langt ímillum ólavsøkurnar, men tá so koyrikortið kom, var tað eitt sindur styttri ímillum.
Óli vísir á, at hann arbeiddi alla ólavsøkuna í fleiri ár, men seinastu nógvu árini hevur hann upplivað tjóðarhátíðina sum ein føroyingur, sum hann tekur til.
Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni?
“... Ná, tú ert í Føroyum, langt síðan seinast... “
“...Eg búgvi eisini í Havn... "
“... Akkurát fluttur heim... "
“... Flyti av landinum skjótt...”
Óli heldur, at eitt av nógvum góðum við tjóðarhátíðini er at hitta vinir, kenningar og nýggj andlit.
- At finna út av, hvar vit eru stødd í lívinum. Kanska eru vit í somu gøtu, bygd, býi – ella okkurt heilt annað.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Tað er ein ordiligur brockmanslestur at fara ígjøgnum ólavsøkuskránna, og fleiri vilja helst náa so nógvum sum gjørligt, men vit náa tað, vit náa. Vit vilja øll hava gott veður á ólavsøku.
Og hann leggur aftrat:
- Haldi, tað er trupult at siga, hvat eg sakni, men kanska, at støðið á ymiskum kundi hækkað. So er tað ljóðið – at ljóðgóðskan verður betri, so enn fleiri úr fjøldini kundu hoyrt, hvat sagt verður. Jú, kanska sakni eg meira vinalag á ólavsøku – tað at fólk koma meira hvørjum øðrum við.
Óli G. Samuelsen heldur, at fleiri ítróttafeløg gera eitt megnar arbeiði.
##med2##
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Eg minnist fleiri, men eisini onkra fyri tað keðiliga, tí einaferð misti eg ein vinmann á ólavsøku.
Óli sigur, at hann hevur verð við til at skipa fyri ólavsøku, og hann heldur, at hetta var bæði stuttligt, men eisini strævið.
Hann hevur eisini verið ferðaleiðari á ólavsøku.
- Men, tað verður helst komandi ólavsøka, sum eg fari at minnast fram um aðrar. Eg eri nýliga giftur og fari fyrstu ferð í tjóðbúnan á ólavsøku, og búnin er eyka persónligur.
Og seinastu orðini hjá Óla G. Samuelsen eru hesi:
- Eg ynski øllum, bæði heima og úti, eina góða ólavsøku, leggur hann aftrat.












