Hanus Zachariassen 100 ár

Tíðindaskriv, Almanna- og bústaðarmálaráðið:

 

Í dag var rættur hátíðardámur í Vestmanna, nú Hanus Zachariassen rundar tey 100 árini. Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var boðin við til føðingardagin og bar í hesum sambandi fram føðingardagsrøðu fyri Hanusi. Í heilsanini segði landsstýriskvinnan m.a.

 

Tað, sum kanska serliga eyðkennir tygum, Hanus, er tygara vilji støðugt at fylgja við tíðini. Tað er ikki øllum givið at taka telduskeið sum 83 ára gamal. Ella at fara upp til nýggja koyriroynd sum 99 ára gamal! Hetta sigur nógv um tygara forvitni, dirvi og lívsvilja. Helst fyrsti føroyingum, sum sjálvur koyrir bilin, 100 ára gamal!

 

Vit endurgeva røðuna niðanfyri og ynskja Hanusi og hansara avvarðandi hjartaliga til lukku við stóra degnum.

 

Góði Hanus, kæra familja, vinir og øll tit, sum eru komin saman her:

Í dag, á hesum hásummardegi, savnast vit her í Vestmanna at hátíðarhalda ein heilt serligan dag – 100 ára føðingardagin hjá tygum, Hanusi.

 

Og fyri meg er tað ein stórur heiður at vera boðin við og vegna Landsstýrið at sleppa at bera fram heilsan á hesum merkisdegi tygara, takk fyri tað og hjartaliga til lukku.

 

Ein heil øld er farin – og við henni eitt lív, sum fyri tygum, Hanus hevur verið eitt lív, ríka av arbeiði, ábyrgd, kærleika og trúfesti.

 

Tygum vórðu borin í heim í Streymnesi, sonur Honnu og Zakaris, og navngivin Hans Pauli Saby Zachariassen, men vanliga kallaður Hanus.

 

Tygum vórðu ein partur av einum stórum systkinaflokki, í dag eiga tygum trý yngri systkin á lívi: Hákun, Elidu og Steinbjørn.

 

Tíðirnar vóru aðrar tá – lívið var merkt av arbeiði og samhaldi, har øll hjálptu til, bæði til sjógv og á landi. Hesin djúpi arbeiðshugurin og ábyrgdarkenslan hava fylgt tygum alt lívið.

 

Sum ungur fóru tygum í málaralæru inni á Skálafjørðinum hjá Jørgin Jørgensen og síðani hjá Andrias Mouritsen í Havn og somuleiðis á tekniska skúla í Århus. Lívið sum málari gjørdist tygara lívsstarv.

 

Men lívið hevði eisini aðrar ætlanir fyri tygum – tí Vestmanna gjørdist tygara heimstavur. Tað byrjaði við arbeiði, men sum so mangan, var tað ikki bara arbeiðið, sum hildu tygum her.

 

Tí í Vestmanna, í grannahúsunum hjá systrini har tygum búleikaðist, tænti ein ung vøkur genta, sum tygum, Hanus høvdu fingið eitt sera gott eyga á, Jóna. Tit bæði gjørdust góð og tað skuldi vísa seg at gerast ein lívsleið saman fyri tykkum bæði.

 

Tit bæði bygdu tykkum heim á Mørkini og vórðu ríkaði við fýra børnum, Erla, Uni, Durita og Pauli. Tað er eyðsæð, at familjan altíð hevur verið miðdepilin í tínum lívi. Tú hevur verið ein góður og umhugsin maður og pápi – ein, sum altíð var til staðar, hóast arbeiðsdagarnir ofta vóru langir. 

 

Og seinni komu bæði abbabørnini og langabbabørnini, jú víst hevur tað fjølgast uttan um tygum, Hanus.

 

Og tygum vóru eisini meira enn arbeiðsmaður. Her sást bæði hegni og fjølbroytni – við áhuga fyri náttúruni, veiðu og fiskiskapi. Tygum hava fegnast um tær góðu løturnar á sjógvi og í haga, og eisini av felagsskapi við familju og vinir.

 

Somuleiðis hava tygum lagt tygara íkast til bygdarlívið – eitt nú við tínum arbeiði við leiktjøldum í sjónleikarafelagnum. Hetta vísir ein mann, sum ikki bara arbeiddi, men eisini hevði hug og evni at skapa, gera burturúr og geva nakað aftur til felagsskapin.

 

Mær er eisini fortalt at tygum Hanus saman við  Brynjolfi høvdu tykkara siðir. Tunnusláingin á føstulávint er enn eitt gott dømi um vinalag og fastar siðir, sum gera lívið ríkari. Tá Brynjálvur fór, var tað sum tíðin eisini fór frá hesi siðvenju – og tað sigur nógv um trúfesti og virðing.

 

Lívið gevur gleðir, men eisini mótburð. Tað var ein tungur missur, tá Jona fór frá tykkum. Men tygum, Hanus reistist aftur, sum tygum so mangan hava gjørt, helt fram, hjálpti børnunum, arbeiddi við hondunum og bygdi víðari – bæði ítøkiliga og í lívinum sjálvum.

 

Seinni funnu tygum aftur gleði saman við Honnu, og tit fingu góð ár saman. Eftir at tygum somuleiðis mistu hana, hava tygum víst eina ótrúliga sjálvstøðu, og ein vilja og styrki, sum vísir seg aftur við at klára at búgva einsamallur í mong ár, sjálvbjargin og búgvandi við hús.

 

Tað, sum kanska serliga eyðkennir tygum, Hanus, er tygara vilji støðugt at fylgja við tíðini. Tað er ikki øllum givið at taka telduskeið sum 83 ára gamal. Ella at fara upp til nýggja koyriroynd sum 99 ára gamal! Hetta sigur nógv um tygara forvitni, dirvi og lívsvilja. Helst fyrsti føroyingum, sum sjálvur koyrir bilin, 100 ára gamal!

 

Í dag standa tygum her sum eitt livandi vitni um eina heila øld – við øllum tí, sum hon hevur borið við sær av broytingum og menning. Tygum hava upplivað meira enn tey flestu, eins og tygum hava givið nógv til bæði familju, vinir, bygdafólkið og samfelagið alt.

 

Góði Hanus,

 

má hesin dagurin í dag verða fyltur við gleði, hita og góðum løtum saman við teimum, tygum er góður við.

 

Hjartaliga til lukku við 100 ára degnum. Takk fyri alt tað, tygum hava givið og blíðan byr. Tygum eru ein fyrimynd fyri mong, og tygara lív er ein rík søga, sum vit øll kunnu læra av.

 

Eg fari at enda við einum broti úr vakrari yrking eftir Hans Andriasi Djurhuus:

 

Alt átti so friðarligt hvíldarlag –

Kvøldarhvíld eftir strævnan dag.

Sólin var farin um fjallaskarð,

tó enn stóð glæman og lýsti har.

 

Takk fyri.

 

Margit Stórá landsstýriskvinna

í almanna- og bústaðamálum

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##