Miðverji úr Esbjerg til FC Suðuroy

Vit eru sera fegin at kunna kunngera, at 20 ára gamli danski verjuleikarin, Jacob Munch Jensen, hevur skrivað undir sáttmála við FC Suðuroy.

 

Hetta skrivar FC Suðuroy á sínum vanga á favebook.

 

Jacob er 186 cm høgur miðverji og kemur úr Esbjerg fB, har hann hevur leikað síðstu árini. Nú verður hann partur av okkara hópi fyri seinnu hálvu av kappingarárinum.

 

Sáttmálin er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum, við møguleika fyri eitt ára leingjan.

 

Vit bjóða Jacob hjartaliga vælkomnan til FC Suðuroy og ynskja honum bestu eydnu í bláa búnanum, skrivar FC Suðuroy á sínum vanga á favebook.