VIDEO: Strømsgodset misti stig móti botnliði á heimavølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Lyn Oslo 1-1 (0-0)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá Strømsgodset, ið hevði vitjan av botnliðnum, Lyn Oslo í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Dysturin á Marienlyst leikvøllinum endaði við javnleiki 1-1, ið var eitt vónbrot fyri Strømsgodset, ið hevði nógv fleiri málmøguleikar enn útiliðið.

 

Fredrik Ardraa fekk Strømsgodset á sigurskós í 63. minutti, tá hann hegnisliga rundaði málverjan hjá Lyn, og legði heimaliðið á odda 1-0. 11 minuttir seinni hevði Mattias fyrst eina framúr bjarging, men bólturin fór út Andreas Hellum sum í aðru atløgu fekk beint bóltin í netið til 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Strømsgodset er nummar trý í deildini við 29 stigum. Haugesund er fremst við 31 stigum, og Kongsvinger er nummar tvey við 30 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Lyn 1-1 (0-0):

 

##med2##