Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Eg havi ongar ætlanir í summar. Ymist er at gera heima.
Tað sigur Poul Müller, bóndi.
- Mær dámar væl at ganga í føroysku fjøllunum. At ganga í náttúruni í sínum egnu tonkum er gott fyri sál og sinn.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Eg havi eina dóttir í Danmark, sum eg fari at vitja. Mær dámar væl at sigla við Norrønu - at njóta friðin uttan telefon, og mær dámar væl at vera í summarhúsi í Danmark.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg havi ikki verið í Fugloynni, ei heldur í Stóru Dímun.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Konan og eg plagdu at ferðast til ymiskar býir í Evropa. Okkum dámdu væl at uppliva mentanina aðrastaðni.
At enda sigur Poul Müller soleiðis:
- Nú eg ikki havi konuna meira, fer ferðingarmynstrið helst at broytast nakað, leggur hann aftrat.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Altíð onkur túrur í kalendaranum
https://www.in.fo/news-detail/tad-er-altid-onkur-turur-i-kalendaranum










