Summarkvøld við Toftavatn

Týskvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið Summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá

Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

 

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Jóhannus Danielsen, fyrrverandi borgarstóri í Nes kommunu, og Sámal Ravnsfjall syngur.

 

Runavíkar kommuna skrivar, at talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak. Burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.