Reiðarafelagið vil hava greiða vegleiðing um vanlukkufráboðanir á sjónum

Reiðarafelagið fyri handilsskip heldur, at Sjóvinnustýrið eigur at hava greiða vegleiðing á heimasíðuni um, hvussu fráboðast skal um vanlukkur og álvarsligar hendingar á sjónum.

 

Tað skrivar Kringvarp Føroya.

 

Ein nýggj kunngerð er á veg, sum fer at áleggja skiparum og reiðarum at boða Sjóvinnustýrinum frá vanlukkum, andlátum og øðrum hendingum á føroyskum ella útlendskum skipum í føroyskum sjógvi.

 

Sambært Kringvarpinum heldur Reiðarafelagið, at tað hevði verið ein fyrimunur, um heimasíðan hjá Sjóvinnustýrinum hevði greiðar leiðbeiningar um, hvussu fráboðanir skulu sendast inn, hvørjar upplýsingar skulu fylgja við, og hvussu farast skal fram bæði í vanligari skrivstovutíð og uttan fyri hana.

 

Í uppskotinum til kunngerðina stendur eisini, at Sjóvinnustýrið á hvørjum ári skal boða Altjóða Arbeiðsfelagsskapinum, ILO, frá teimum andlátum á skipum, sum stovnurin fær fráboðan um.