Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Tað verða tveir túrar av landinum, sigur Turið Debes Hentze.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Tað verður tann árligi súklutúrurin saman við vinkonunum, hesaferð til Danmarkar. Vit eru níggju við hesaferð, og nú er tað á el-súkklum, at vit fara runt á Møn.
Turið Debes Hentze sigur, at seinni verður tað ein túrur saman við manninum, har tey fara við autokampara um Danmark og helst til Noregs.
- Tá tú ferðast við autokampara, nýtist túrurin ikki at liggja í so føstum rammum - annað enn, at vit byrja í Hirtshals, leggur hon aftrat.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Lítla Dímun er eftir.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- At fáa upplivingar, síggja nýggj støð og kanska eitt sindur av søgu eisini, sigur Turið Debes Hentze.











