Atassut fer at endur­meta stjórn­ar­sam­starv­ið í heyst

Grønlendski flokkurin Atassut fer í heyst at taka støðu til, um flokkurin framvegis skal vera partur av landsstýrissamstarvinum við Demokraatit og Inuit Ataqatigiit.

Tað sigur formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, við Sermitsiaq.

Málið kemur fram eftir, at fleiri uppskot, sum Atassut hevur lagt fram á vártinginum, eru feld av samgongufeløgunum. Millum annað snúðu uppskotini seg um skattaviðurskifti og um møguleikan at búseta seg aftur í Illorsuit.

Hóast ósemjurnar hevur Atassut ikki ætlanir um at fara úr samgonguni í løtuni.

– Vit halda fram fyribils í samgonguni. Vit halda ta støðu, vit hava nú, hóast vit ikki fáa gjøgnumført alt tað, sum vit fóru til val upp á, sigur Aqqalu C. Jerimiassen við Sermitsiaq.

Hann vísir tó á, at spurningurin um samgongusamstarvið verður tikin upp á landsfundinum hjá Atassut, sum verður hildin í endanum av oktober og í byrjanini av november.

Sambært formanninum verða tað umboðini á landsfundinum, sum skulu taka støðu til, hvussu flokkurin skal halda fram.

Atassut hevur eisini verið sera atfinningarsamt móti samgongufeløgunum eftir fólkatingsvalið. Flokkurin fanst serliga at, at fyrrverandi landsstýriskvinnan Naaja H. Nathanielsen úr Inuit Ataqatigiit og landsstýriskvinnan fyri heilsu og fólk við breki, Anna Wangenheim úr Demokraatit, stillaðu upp til fólkatingsvalið.

Kortini hava atfinningarnar ikki fingið Atassut at taka seg úr samgonguni, skrivar Sermitsiaq.