Hagen-skuldsettur: - Nú vil hann tosa við løgregluna

- Eg havi verið í Istanbul og hitt mannin. Miðlaumrøðan og tað, at maðurin er eyðmerktur á fleiri sosialum miðlum, ger, at málið er vorðið tyngjandi fyri hann og familju hansara, sigur verjin

Norski ríkisborgarin, sum nú er skuldsettur í málnum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, er staddur í Istanbul í Turkalandi.

 

Sagt hevur áður verið, at persónurin ikki vil avhoyrast av norsku løgregluni, og sambært norsku rættarskipanini hevur hann rætt til ikki at úttala seg.

 

Verjin hjá manninum, Victoria ­Holmen, sum starvast hjá Elden Advokatfirma, sigur, at hon hevur verið í Istanbul og hitt hin skuldsetta.

 

- Eg havi verið í Istanbul og hitt mannin. Miðlaumrøðan av málinum, og tað, at hann er eyðmerktur á fleiri sosialum miðlum, ger, at málið er vorðið tyngjandi fyri hann og familju hansara.

 

Victoria ­Holmen sigur við norska Dagbladet, at hon nú hevur upplýst løgregluni um, at hin skuldsetti fegin vil avhoyrast - í vónini um, at málið skjótt verður avklárað, sum tikið verður til. 

 

- Eg havi tí sett meg í samband við løgegluna og spurt, nær hin skuldsetti kann vænta, at ein avgerð fellur í málinum, so málið ikki verður hangandi yvir honum, sigur verjin.

 

##med2##

 

Maðurin, sum er norskur ríkisborgari í fimmtiárunum, hevur sambært verjanum sagt, at hann einki hevur við málið um horvnu ríkmanskvinnuna, Anne-Elisabeth Hagen, at gera.

 

Løgreglan hevur skuldsett mannin fyri dráp ella viðvirkan til dráp av Anne-Elisabert Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

 

Lesið eisini: Undir illgruna síðan 2024

 

https://www.in.fo/news-detail/hevur-verid-undir-illgruna-sidan-2024