Eldur við Vágs kirkju

Á leið klokkan 16 seinnapartin í gjár sást nógvur roykur niðanfyri Vágs kirkju.

Talan var um royk, ið kom frá vegjaðaranum hinumegin vegin, har Vágs kirkja stendur. Har var lítil eldur kyknaður í grasinum, ið er niðurvið vegjaðaranum, men sera nógvur roykur var orsakað av hesum.

 

Átaksbilur kom skjótt á staðið. Lítli eldurin var skjótt søktur.

 

Fólk á staðnum í gjár mettu, at helst høvdu børn spælt við eld, og at hetta mundi vera orsøkin til eldin.