Hvalbiar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at lækka hámarksferðina í bygdini niður í 40 kilometrar um tíman fyri at økja um ferðslutrygdina hjá øllum ferðandi.
- Hetta fevnir bæði um bilførarar, gongufólk og serliga børn, sum ofta eru á ferð í bygdini.
Kommunan sigur, at hetta arbeiðið er partur av einari heildarferðsluætlan fyri Hvalba.
- Fyrsta stigið er at gera Hvalba til eina 40 kilometra-sonu, sum hevur fingið neyðugu góðkenningina frá viðkomandi myndugleikum.
Næsta stigið hjá kommununi verður at seta upp ferðslutálmandi skipanir gjøgnum bygdina, serliga í Garðsenni, har nógv børn javnan eru.
##med2##
- Staðsetingin av skeltunum, ið marka 40 kilometra-sonuna inni í bygdini í Hvalba, sæst á myndini her omanfyri, verður lagt aftrat.











