Xi vil styrkja sambandið við Norðurkorea

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at Kina hevur ein óvikiligan politikk um at styrkja sambandið við Norðurkorea. Samstundis vilja londini samstarva um at stríðast ímóti tí, Xi nevnir yvirræði hjá stórveldum.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hittust seinast í Beijing í sambandi við eina hernaðarliga skrúðgongu. Hesa vikuna hittast teir aftur í Norðurkorea. (Mynd: Florence Lo/Reuters)

Útsøgnirnar hjá Xi eru kunngjørdar í norðurkoreanska ríkisblaðnum 'Rodong Sinmun', skrivar Reuters. Sambært forsetanum skulu londini styrkja samstarvið og samskiftið á øllum økjum fyri at verja eina rættvísa og javna heimsrættarskipan.

Xi Jinping er í hesum døgum á vitjan í Norðurkorea. Hetta er fyrsta ferðin í sjey ár, at kinesiski leiðarin vitjar grannalandið. Á skránni er fundur við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.