Løgdu hald á 100.000 risastórar kakkulakkar

Talan er um kakkulakkar, sum eru millum heimsins størstu og gerast upp í umleið 7,5 sentimetrar langir

Avstralska løgreglan hevur funnið og lagt hald á 100.000 sprelllivandi kakkulakkar hjá einum ólógligum alara.

 

Kakkulakkarnir vóru av serligum slag og vórðu mettir at hava eitt virðið av 200.000 avstralskum dollarum, sum svarar til einar 850.000 krónur í okkara peningi.

 

Hetta siga avstralskir myndugleikar.

 

Tað var í býnum, Bathurst, einar 200 kilometrar vestanfyri Sydney, at løgreglan fann og legði hald á kakkulakkarnar.

 

Talan er um kakkulakkar, sum eru millum heimsins størstu og gerast upp í umleið 7,5 sentimetrar langir.

 

Í Avstralia eru fleiri sløg av kakkulakkum, men hesi sløgini, sum hald varð lagt á, er ólóglig at innflyta.

 

Í Avstralia eru strangir reglar fyri innflutningi av øllum livandi skapningum.

 

- Enn er alarin ikki ákærdur, men teir umleið 100.000 kakkulakkarnir, sum hald er lagt á, verða avlívaðir, verður lagt aftrat.