Ein maður varð í nátt handtikin í Leirvík fyri herverk. Tað var um fýra tíðina í nátt, at ein bileigari varnaðist, at ein persónur gjørdi herverk á bil hansara. Hann sparkaði bilin, breyt spegl og fór av stað við nummarplátunum.
Løgreglan varð boðsend og kom á staðið. Eftir eini løtu fekk løgreglan fatur á manninum, sum varð handtikin og settur í politibilin. Men eftir at hava sitið í politibilinum eina løtu gjørdist maðurin frá sær sjálvum. Í rokinum í politibilinum sló hann millum annað ein løgreglumann. Hann er tí skuldsettur fyri harðskap ímmóti løgreglufólki í tænastu.
Maðurin varð tí handtikin og settur í geglið, har hann varð kannaður av lækna. Læknin helt ikki, at maðurin var førur fyri at stita í varðhaldi. Hann varð tí leyslatin og innlagdur á Landssjúkrahúsið, har løgreglan fer at tosa við hann í dag.
Løgreglan sigur, at um onkur í Leirvík ber eyga við nummarpláturnar, so er endiliga at boða løgregluni frá.











