5. juni er mentanarnátt í Havn, og tú hevur møguleika at byrja mentanarnáttina á Havnarverkinum í Gundadali.
Hetta skrivar sev.fo.
Opið hús verður á Havnarverkinum frá kl. 16.30 til kl. 19.00.
SEV bjóðar elútgerð, kórsang og ítriv til børnini.
Skrá
Kl. 16.30 - Dyrnar lata upp
Kl. 17.00 – Rundvísing á Koblingarstøðini í Varðagøtu
Kl. 17.15 – Skoyta kaðlar
Kl. 17.30 - Sev kórið syngur
Kl. 18.00 - Morgunkórið syngur
Kl. 18.30 – Skoyta kaðlar
Eisini eru pylsur, vatn og sunkist, umframt kaffi og okkurt søtt til góman.
Til børnini
Børnini eru sjálvsagt eisini vælkomin. Tey kunnu hugna sær við m.a. at:
Lita myndir
Gera vindmyllur
Fá tatovering
Popkorn











