IAEA: Hvar er ríkaða uranið hjá Iran?

Altjóða kjarnorkustovnurin hevur heitt á Iran um upplýsa, hvat er hent við goymsluni av ríkaða uraninum hjá Iran eftir amerikansku og ísraelsku álopini fyri einum árum síðan

Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA er órógvaður um, at stovnurin ikki hevur atgongd til kjarnorkuanlegg hjá Iran.

 

Stovnurin endurtekur tískil áheitanina á Iran um at upplýsa um, hvat er hent goymsluni við ríkaða uraninum, eftir amerikansku og ísraelsku álopini fyri einum árum síðan.

 

Tíðindastovurnar, AFP og Reuters, siga seg hava fingið innlit í skjøl, har altjóða kjarnorkustovnurin heitir á Iran um at fylgja avtaluni um ikki at spjaða kjarnorku (NPT).

 

Skjølini benda á, at tey í IAEA ikki eru trygg við støðuna, nú stovnurin ikki veit, hvar ríkaða uranið hjá Iran er.