Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í skjøl og samskifti í málinum.
Sambært miðlinum segði Óli Hans Olsen seg úr starvi sum stjóri á Vørn í einum telduposti til Uttanríkis- og fiskimálaráðið sunnudagin 31. mai. Har vísir hann á, at umrøðan av hansara persóni í kjalarvørrinum á hendingini ikki er góð fyri stovnin og kann minka um álitið á Vørn.
Frihedsbrevet skrivar eisini, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum varð kunnaður um hendingina stutt eftir samanstoytin, og at málið síðani hevur verið viðgjørt av bæði løgregluni og viðkomandi myndugleikum.
Sambært Frihedsbrevet er Óli Hans Olsen skuldsettur fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum. Løgreglan hevur ikki gjørt nærri viðmerkingar, meðan kanningararbeiðið heldur fram.
Ein skuldseting merkir tó ikki, at persónurin er sekur. Málið verður framvegis kannað, og eingin ákæra er reist.
Óli Hans Olsen hevur sambært Frihedsbrevet ikki ynskt at gera viðmerkingar til málið.
Meira kann lesast í Frihedsbrevet við at trýsta her











