Birna Vestergaard varð sett sum leiðari á Sjóndeplinum 21. apríl 2026. Undan henni hevur Karin Kass verið leiðari í 32 ár, sum hevur valt at leggja frá sær.
Birna hevur upprunaliga tikið læraútbúgving í 2008 og hevur arbeitt sum slík í fleiri ár. Seinni tikið bachelor og aðrar stórri útbúgvingar innan yrkið.
Seinnu árini hevur Birna eisini nomið sær leiðslu á Setrinum.
Á skránni var tónleikur, talur og okkurt gott til góman.
Tey eru so heppin á Sjóndeplinum at hava eitt húsorkestur, sum spælir fast á har mánadagar til undirhalds.
Orkestrið hevur fingið skilagóð heitið, "Tónasjón".
Navnið Tónasjón sameinir orðini tónar og sjón. Bólkin roynir umvegis tónleikin at vísa á nýggjan hátt at "síggja" og uppliva heimin og felagsskap uppá.
Tónleikurin kann lata upp nýggjar dyr, eisini tá sjónin broytist, siga tey um orkestrið og tónleikin.
Dávur Winther beyð vælkomin og segði nøkur orð vegan stýrið – eisini hesu tóku orðið:
Hjørdis Mortensen, stjóri á Almannaverkinum.
Karin Kass, fyrrverandi leiðari.
Maud Poulsen, varðaleiðari handaði Birnu eina gávu vegna starvsfólkið og stovnin.
Birna Vestergaard takkaði fyri, segði nøkur orð, har hon gleddist um starvið og settningin, sum lá fyri framman.
Eisini spældi tónleikabólkurin, Tónasjón.
Tá ið Karin Kass, fyrrverandi leiðari hevði hildið sína røðu, har hon fegnaðist um, at júst Birna hevði yvirtikið leiðsluna eftir hana, gav hon Birnu Vestergaard ein fittan glaslunda.
Hon greiddi m.a. soleiðis frá ímyndunum í lundanum:
Lundin er sera arbeiðsamur – er úthaldin og ímyndar sjálvstøðu og tign.
Kroppurin: Gjøgnumsygt glas er brúkt sum myndamál fyri erligheit, opinleika og gjøgnumskygni.
Ein leiðari við hesum dygdum letur ljósið sleppa ígjøgnum, so øll kunnu síggja og skilja leiðina fram.
Nevið appilsingult, merkir gleði, kreativitetur og hiti
Føturnar eru litfagrar og hvør litur hevur sína ímynd við kenslum og dygdum – eitt grundarlag við royndum, eginleikum og sjónarmiðum, sum tú kemur við – eitt grundarlag av margfeldi, sum gevur tær stryki at standa trygt og gott.
Loyvi mær tó eisni at geva føtrunum eina aðra vend í hesum førðum.
Eftir røður og tónleik varð boðið til væl borðreitt ábit, har prátið eisini gekk lystiliga.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##










