Í 1700-talinum fórst eitt skip, fylt við kinesiskum postalíni, ljósakrónum, gløsum og ymiskum øðrum mentanardýrgripum á 600 metra dýpi í Skagerak.
Sagt verður, at dýrgripirnir eru serstakliga væl varðveittir, harav onkrir framvegis liggja í kassum umborð í skipinum, sum sakk miðskeiðis í 1700-talinum.
Fleiri av lutunum eru longu fingnir upp av havsins botni og eru nú í varðveitslu á Norsk Maritimt Museum í Oslo.
Dýrgripirnir verða mettir millum best varðveittu av sínum slag í Norðurevropa.
Lutir av aldargamla skipsvrakinum eru tiknir upp av havsins botni við einum minikavbáti.
- Hesir dýrgripir eru ikki bara sensationellir, men teir hava eisini vísindaligan týdning. Teir geva okkum virðismiklan kunnleika um norska og norðurevropeiska siglingarsøgu.
Tað sigur norski veðurlags-og umhvørvisráðharrin, Andreas Bjelland Eriksen, sum heldur, at lutirnir eisini kunnu fáa stóran týdning fyri fornfrøðiliga gransking.
- Vørurnar eru helst bílagdar av vælbjargaðum fólki í Noregi og í Norðurevropa, men komu ongantíð fram til sínar keyparar, leggur hann aftrat.
Tað var urmakarin og vinnukavarin, Espen Saastad, sum fann aldargamla vrakið við øllum dýrgripunum á havsins botni.
Lesið meira um hetta á hesi leinkju -
https://www.tv2.no/nyheter/kinesiske-kulturskatter-funnet-pa-600-meters-dyp/18897856/
##med2##












