– Fyri fáum døgum sat eg inni hjá Eyðuni á Lágargarði og hugsaði, at nú fór eg brátt at missa henda góða vin og starvsfelaga. Og tveir dagar seinni komu boðini, skrivar Malan Marnersdóttir m.a. í hesum minningarorðum
Eyðun var fólkaminnisgranskari við serligum áhuga fyri kvæðum, sagnum og ævintýrum. Kvæði og dans hevði hann við sær heimanífrá.
Eyðun var víðskygdur og var eminentur frásøgumaður. Tá hann segði okkurt í orðaskifti, var tað altíð gjølliga umhugsað. Viðhvørt var tað ikki so væl tykt, tað hann segði, men ofta fekk hann rætt. Eitt nú setti hann eina ferð í 1970-árunum fram ta hugsan, at føroyski dansurin var ikki livandi mentan í føroyska gerandisdegnum longur, men livdi víðari í dansifeløgunum. Henda hugsan er nú alment viðurkend.
Eyðun var føddur í Skúgvoy. Foreldur hansara vóru lærarahjúnini Elisabeth, f. Kamban, úr Havn, og Petur Andreassen, ættaður av Velbastað. Tá Eyðun var um tíggju ára gamal flutti familjan til Havnar, og hann varð partur av barnaflokkinum á Jónas Broncks gøtu-leiðini í Eysturbýnum. Hann var magistari, cand.philol., frá Oslo universiteti í fólkalívminnisfrøði, søgu og fólkalívsfrøði.
Studentaárini starvaðist Eyðun um sumrarnar í Útvarpi Føroya, har honum dámdi sera væl at vera, og hann var kendur fyri góðu útvarpsrøddina. Liðugur við útbúgvingina kom hann heim í starv á Landsskjalasavninum.
Í Oslo møtti hann og giftist við Astri Luihn, sum kom við honum til Føroya. Saman eiga tey dóttrina Mariu, dótturmannin Håvard og tvey abbabørn.
Útgávur
Eyðuni var granskari og undirvísari í skaldskapi av manna munni á Føroyamálsdeildini frá 1988, til hann legði frá sær í 2015. Hann varð tilnevndur professari í fólkaminnisfrøði í 1996.
Ritskráin hjá Eyðuni er long og fjølbroytt. Her verða bara nevnd nøkur dømi:
Miðlar og mentan hava verið týðandi partar í tí, sum Eyðun hevur lagt úr hondum.
Hann gjørdi í 1981 granskingarfrágreiðingina “Fjernsyn på Færøerne”, ið gjørdist partur av tilfarinum í høvuðsverkinum, dr.phil.-ritgerðini Folkelig offentlighed: en undersøgelse af kulturelle former på Færøerne i 100 år, 1992. Har gjørdi Eyðun vísindaliga hugtakið “fólksligt almenni”. Tað er orðaskifti í óformligum umhvørvum og er ætlað tí fólksliga kollektivinum – luttakarunum sjálvum.
Í ritgerðini kannaði Eyðun teir nýggju miðlarnar, og hvussu fólksligu almennini møttu modernaða samfelagnum. Ritgerðin lýsir, hvussu Sjónvarp Føroya, ið var stovnað í 1984, ávirkaði samveru millum fólk, dans og annað.
Høvuðsevnið, hann skrivað um, var skaldskapur av manna munni.
Eyðun skrivaði hugvekjandi greinir um samanbrestin millum kvæða- og dansimentanina og samtíðar modernaða mentan í “Folkelig kultur på massemedias dagsorden” og “Kulturelle holdninger til krisen og gjenopbygningen” í 1995.
Eyðun var ein týðandi rødd í orðaskiftinum um føroyska dansin. Hann savnaði og gav út Traðarbókina – kvæðabókina hjá Tróndi á Trøð, 1999. Bóklingurin “Føroyskur kvæðaskaldskapur” er ætlaður til brúks í byrjanarundirvísing á Føroyamálsdeildini, og Eyðun skrivaði álit um Føroyskan dans – ein stutt lýsing í 1996.
Í 2014 gav hann út bók um triðja stóra tekstslagið í skaldskapi av manna munni, Ævintýr.
Í henni standa sermerktar uppskriftir av ævintýrum, sum Eyðun greinaði og tulkaði. Hann vísti á, at í hesum ævintýrunum mugu dreingirnir, sum fara út í heimin fyri at verða menn og vinna á alskyns trupulleikum, fáa hjálp frá kvinnum, tá ið á stendur.
Á ráðstevnuni um nýggja kvæðagransking í 2018 helt Peter Hvilshøj Andersen-Vinlandicus, professari í Strasbourg, fyrilestur, har hann setti spurnartekn við, um Sjúrðarkvæðini vóru av manna munni. Eyðun fanst at fyrilestrinum í framløgu við heitinum “Sjúrðar kvæði – mundtlig middelalderballader eller romantisk diktning fra 1800-tallet”, har hann grundgav fyri, at kvæðini høvdu verið munnborin.
Í heiðursritinum til Jóan Paula Joensen, 2005, hevði Eyðun greinina “Jesus av Glitraheiði”, har hann vísti, hvussu bíbilska søgan um Jesus er endurspeglað í søguni um føroyska kvæðakappan Sjúrð Sigmundarson.
Í 1986 kom bókin Úr søgn og søgu um søguligar keldur til sagnir. Í sambandi við endurútgávuna í 2009 av Folkesagn og æventyr hjá Jakob Jakobsen, doktara, gjørdi Eyðun altjóða ævintýraskránna.
Eyðun týddi tvær bøkur eftir hvassa og skemtiliga ensk-norska høvundin Roald Dahl. Eyðun kundi eisini vera hvassur, eitt nú um mentanarpolitikk. Tað sæst í greinum um nationalismu og nationalromantikk, í samrøðu við norðurlendskar mentamálaráðharrar og greinini “Tørvar okkum mentanarpolitikk” í Brá fyrst í 1980-árunum.
Umframt alt hetta ummælti Eyðun fagrar bókmentir, eitt nú fyrstu krimiskaldsøguna hjá Jógvani Isaksen. Greinir eftir Eyðun eru at finna í tíðarritinum Brá, sum hann var við til at stovna og gav út árini 1982-1992. Harumframt standa greinir eftir hann í mongum vísindaligum tíðarritum, føroyskum eins og útlendskum.
Seinni ár
Eyðun hevði viljað, at lærugreinin skaldskapur av manna munni hevði tikið modernaðu miðlarnar uppí. Hann helt, at teir kundu verða nútímans fólksligt almenni, eitt forum har fólk hugleiddu og umrøddu evni, tey sjálvi varðaðu av.
Tá Eyðun fór úr starvi á Setrinum í 2015, ætlaði hann at skriva bók um Sjúrðarkvæðini, men hann rakk ikki á mál við hesum. Longu í 2017 fekk hann eitt strik, sum seinni bant hann í koyristólin. Fyri nøkrum árum síðan bjóðaði Eyðun vinfólki at koma á Kaffihúsið leygardagar fyrrapart at hitta vinfólk, at práta um felags minni og dagsins mál. Vit kendu, hvussu hann so líðandi viknaði, og fyrr í vár orkaði hann ikki at koma heim í Vágsbotn longur. Hetta vóru hugnaligar løtur, sum vit minnast við takksemi.
Lívslanga vinalag mítt við Eyðun og Astri byrjaði eitt summarið mitt í 1970-árunum, tá ið vit vóru við í studentakabarettini. Saman við hópi av øðrum nýliga útbúnum stovnaðu vit tíðarritið Brá, sum vit ritstjórnaðu í tíggju ár. Endamálið við Brá var at leggja dent á bóka- og listaummæli, samtíðarligar mentagreinir og myndlist.
Eyðun er farin. Eftir hann er ríkt hugvísindaligt ritverk og góð minni um hugvekjandi og kveikjandi samveru.
Hvíl í friði.
Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya












