Suðurafrika er í innleiðandi HM-bólki A. Hini londini í bólki A eru vertslandið, Meksiko, Suðurkorea og Kekkia, ið Føroyar sigraðu á við minniligum 2-1 sigri á Tórsvølli í HM-undankappingini.
Hetta er fyrstu ferð í 16 ár, at Suðurafrika vinnur seg til HM-endaspælið. Í 2010 vóru teir vertir, og ruku út aftaná innleiðandi bólkaspælið.
Suðurafrika rýkur sannlíkt út í innleiðandi bólkaspælinum aftur hesaferð, tí teir møta trimum sterkum mótstøðuliðum.
Suðurafrika er nummar 60 á FIFA-styrkislistanum.
Belgiski landsliðsvenjarin, Hugo Broos hevur tikið út hendan HM-hópin, har teir flestu leikararnir spæla í heimligu fótbóltsdeildini:
Málverjar:
- Ronwen Williams (Mamelodi Sundowns)
- Ricardo Goss (Siwelele)
- Sipho Chaine (Orlando Pirates)
Verjuleikarar:
- Aubrey Modiba (Mamelodi Sundowns)
- Khuliso Mudau (Mamelodi Sundowns)
- Nkosinathi Sibisi (Orlando Pirates)
- Mbekezeli Mbokazi (Chicago Fire)
- Ime Okon (Hannover 96)
- Samukele Kabini (Molde)
- Khulumani Ndamane (Mamelodi Sundowns)
- Thabang Matuludi (Polokwane City)
- Bradley Cross (Kaizer Chiefs)
- Olwethu Makhanya (Philadelphia Union)
Miðvallarar:
Teboho Mokoena (Mamelodi Sundowns)
- Sphephelo Sithole (Tondela)
- Thalente Mbatha (Orlando Pirates)
- Jayden Adams (Mamelodi Sundowns)
- Oswin Appollis (Orlando Pirates)
Áleyparar:
- Themba Zwane (Mamelodi Sundowns)
- Lyle Foster (Burnley)
- Evidence Makgopa (Orlando Pirates)
- Iqraam Rayners (Mamelodi Sundowns)
- Relebohile Mofokeng (Orlando Pirates)
- Thapelo Maseko (AEL Limassol)
- Tshepang Moremi (Orlando Pirates)
- Kamogelo Sebelebele (Orlando Pirates)












