Ein nýggj kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at Socialdemokratiet, SF, Moderaterne og Radikale Venstre tilsamans standa til 47 prosent av atkvøðunum. Tað svarar til 84 tingfólk.
Tá fólkatingsval var 24. mars, fingu somu flokkar 46,9 prosent av atkvøðunum og 82 tingfólk.
Samráðingarnar um nýggja stjórn hava nú vart í nærum tíggju vikur og eru tær longstu stjórnar¬samráðingar í Danmark nakrantíð.
Seinastu dagarnar hava drúgvar samráðingar verið á Marienborg, har Mette Frederiksen, sum er kongaligur kanningarleiðari, stendur á odda fyri samráðingunum.
Væntað verður, at ein stjórn við teimum fýra flokkunum verður skipað innan stutta tíð. Enhedslisten verður eftir øllum at døma partur av parlamentariska grundarlagnum undir nýggju stjórnini.












