Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. august 2026 til 31. mai 2027.
Hjálparpresturin skal røkja prestatænastuna í Nes og Gøtu kirkjusóknum og harumframt halda gudstænastur í teimum kirkjusóknum kring landið, sum hava færri enn 400 íbúgvar.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka treytirnar fyri at gerast prestur í føroysku fólkakirkjuni.
Biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri, at umsóknin verður viðgjørd.
Umsóknarfreistin er 16. juni klokkan 12.
Kirkjuráðini innstilla prestin, meðan biskupur er setanarmyndugleiki.












