Í døgunum, 14., 15. og 16. august, verður Ljósfest í Vági, har tónleikur og mangt annað verður á skrá.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitt hvørt gott fyri Vág.
- Í samband við ársins Ljósfest er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs kommunu.
Í kommununi siga tey, at øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta á eina leinkju um heimasíðuna - www.vagur.fo
Freistin at tilnevna er hin 17. juni.
Í Vágs kommunu siga tey, at tann, sum verður tilnevndur, skal hava:
* Gjørt eitt hvørt gott fyri Vág
* Skal hava gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðnum
* Skal hava sterkt tilknýti til Vág
- Tað, at heiðra fólk, er okkara máti sum kommuna at siga takk til tey, sum leggja orku í, at býurin hevur tað gott, og at trivnaðurin í Vági er í hásæti.
Tað sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.











