VIDEO: Fyrsti dysturin hjá Saru í bestu donsku fótbóltsdeildini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum FC Nordsjælland-Brøndby 2-2 (1-1)

Mynd: FC Nordsjælland

Farna vikuskiftið fekk 16 ára gamla, Sara Benjaminsen debut fyri FC Nordsjælland í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá 86 minuttir vóru leiktir av dystinum millum FC Nordsjælland og Brøndby í Farum kom Sara á vøllin. Tá var støðan 2-1 til Brøndby.

 

Væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Floru Højer at javna til 2-2 og tryggja heimaliðnum eitt stig.

 

FC Nordsjælland er nummar fýra í deildini við 37 stigum. Tær eru eitt stig frá triðja plássinum, ið gevur rætt til undankappingardystir til Champions League. 

 

Leygardagin 13. juni klokkan 13 møtir FC Nordsjælland á útivølli júst Fortuna Hjørring, ið er á triðja plássinum. Vinnur FC Nordsjælland dystin hava tær tryggjað sær bronsuheiðursmerkini í deildini.

 

HB Køge er fremst við 50 stigum, og Brøndby er næstfremst við 47 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá debutdystinum hjá Saru Benjaminsen. Sara sæst síðst í videobrotinum við nummar 44 á rygginum:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: FC Nordsjælland

Mynd: FC Nordsjælland