Tað upplýsir próstur í Næstved próstadømi, Anna Helleberg Kluge, fyri Sjællandske Nyheder.
Naser Khader fer at halda sína fyrstu prædiku við hámessu í Fensmark kirkju sunnudagin 5. juli klokkan 10.30.
Í fyrstu atløgu verður talan um eitt hálvtíðarstarv sum prestavikarur í Fensmark og Rislev sóknum.
Frá 1. august fer hann síðani í fulltíðarstarv sum prestavikarur í Rønnebæk sókn.
Naser Khader hevur í nógv ár verið ein kendur profilur í donskum politikki. Hann hevur verið fólkatingslimur fyri bæði Radikale Venstre og Konservative, og hevur serliga gjørt vart við seg í kjakinum um integratión, trúarfrælsi og sambandið millum islam og vesturlendsk samfeløg.
Seinastu árini hevur hann lisið gudfrøði og útbúgvið seg til prest, og nú tekur hann so stigið inn í kirkjuligt arbeiði.
##med2##











